29/08/2026
Sunnudagin 30. august kl. 11 er møti og sunnudagsskúli í kristnastovu, har vit lovsyngja saman, hava eina takkarløtu og breyðbróting.
Øssur Berghamar fer at tala um evnið, “eru vit ein minniluti ella meiriluti?”, við teksti frá 2. Kongabók kap. 6.
Aftaná møti verður drekkamuður og samvera.
Verið hjartaliga vælkomin🤗