Alzheimerfelagið

Alzheimerfelagið Almenna síðan hjá Alzheimerfelagnum í Føroyum. Felagið var stovnað í 2001, og hevur í dag áleið 400 limir. Aðalfundurin skal vera hildin áðrenn 30. apríl.

Umleið 1000 føroyingar liva við demensi og áleið 4000 fólk er avvarðandi. Viðtøkurnar:
§ 1
Navn felagsins er Alzheimerfelagið, og heimstaður tess er Tórshavn.
§ 2
Endamál felagsins er at:
• Stuðla og hjálpa minnisveikum (demenssjúkum) og avvarðandi teirra.
• Upplýsa og kunna um minnissjúku (demens) yvirhøvur.
• Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.

Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
• Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
• Vera við í altjóða samstarvi.
§ 3
Limir: Øll kunnu gerast limir.
§ 4
Limagjald: Aðalfundurin ásetir limagjaldið.
§ 5
Stýrið:
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum valdir á ársaðalfundinum. Av teimum 5 nevndarlimunum eiga 3 umboð at vera fyri avvarðandi og 2 umboð við fakligari útbúgving á økinum. Annar tiltakslimirin eigur at umboða tey avvarðandi og annar eigur at hava
fakliga útbúgving á økinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaður og kassameistari saman tekna felagið.Formaðurin kallar inn til nevndarfundar, 2 nevndarlimir kunnu altíð krevja nevndarfund. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta og nevndin er viðtøkufør tá tríggjir limir eru møttir.
2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur standa fyri vali líka ár, ólíka ár verða hinir 3 limirnir og 1 tiltakslimur valdir. Fyrsta nevndin situr í tvey ár.
§ 6
Limafundir:
Skipað verður regluliga fyri limafundum og almennum tiltøkum.
§7
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki. Eykaaðalfundur verður hildin, tá 1/5 av limunum ella ein meiriluti av nevndini krevur tað. Eykaaðalfundur verður hildin innan 4 vikur, frá kravið er sett fram
Boð um aðalfund verður lýst í føroysku fjølmiðlunum 3 vikur fyri fundin. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi minst 8 dagar fyri fundin. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum
Aðalfundurin viðger hesi mál:
1. Val av orðstýrara.
2. Ársfrágreiðing felagsins.
3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar.
4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár.
5. Val av nevndar- og tiltakslimum og grannskoðara.
6. Verkætlan fyri komandi ár.
7. Innkomin mál.
8. Ymiskt.
§ 8
Roknskapurin: Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Felagið heftir bert við ognum sínum.
§ 9
Lógarbroyting: Uppskot til lógarbroyting av viðtøkunum skulu vera nevndini í hendi seinast 2 vikur fyri aðalfundin.
§10
Felagið kan avtakast við vanligum meirluta av greiddum atkvøðum, tá ið boða er til aðalfundar ella eykaaðalfundar við hesum á skránni, og hvat gerast skal við møguligar ognir. Tekur aðalfundurin 14 dagar eftir tann fyrra undir við at avtaka felagið, verður hetta at fremja við einum av nevndini tilnevndum avtøkustjóra. Verður Alzheimerfelagið avtikið fella allar ognir og peningur hjá Alzheimerfelagnum til MBF, har tær so vítt møguligt verða oyramerktar til gransking.

Danir fegnast um, at nýggja danska stjórnin skal gera eina demensætlan fyri landið:“Planen skal bidrage til, at demensin...
03/06/2026

Danir fegnast um, at nýggja danska stjórnin skal gera eina demensætlan fyri landið:
“Planen skal bidrage til, at demensindsatsen integreres i ældreplejen og sundhedsrådenes arbejde, sikre kontinuitet og kompetencer i plejen, nedbringe ventetiderne, styrke patientrettighederne, sikre, at flere får en fast demenskoordinator, samt skabe rammer, der forebygger mistrivsel og unødvendig medicinering.”

Við seinasta val her hjá okkum, gjørdi Alzheimerfelagið fleiri ferðir alment vart við týðningin av eini demensætlan fyri Føroyar, serliga í mun til komandi demografisku broytingarnar, ið viðføra nógv fleiri eldri borgarar í samfelagnum, og harvið eisini fleiri við demenssjúkum.

Tíverri bleiv tað ikki raðfest av sitandi samgongu…

I Nationalt Videnscenter for Demens glæder vi os over, at der med den nye regering også er en ny demenshandleplan på vej. ”Vi hilser en kommende demenshandleplan velkommen, og vi glæder os til at bidrage til arbejdet,” siger videnscentrets leder Gunhild Waldemar.

I regeringsgrundlaget står der, at regeringen vil:
”Fremlægge en ny national demenshandleplan. Planen skal bidrage til, at demensindsatsen integreres i ældreplejen og sundhedsrådenes arbejde, sikre kontinuitet og kompetencer i plejen, nedbringe ventetiderne, styrke patientrettighederne, sikre, at flere får en fast demenskoordinator, samt skabe rammer, der forebygger mistrivsel og unødvendig medicinering.”

Teun Toebes, sum hevur framleitt filmin Human Forever, og vitjaði í Føroyum fyrr í ár, arbeiðir framvegis ótroyttiliga f...
29/05/2026

Teun Toebes, sum hevur framleitt filmin Human Forever, og vitjaði í Føroyum fyrr í ár, arbeiðir framvegis ótroyttiliga fyri at broyta áskoðanina á fólk, sum liva við demens og fyri teirra lívskorum💜👍🏻👏🏻

(Trýst á oversættelse, um tú ikki fær víst tekstin á donskum)

10 TEKIN UM DEMENS 1. Viknað minniTað er vanligt at gloyma eina avtalu ella eini boð, og koma í tankar um tað aftur sein...
18/05/2026

10 TEKIN UM DEMENS
1. Viknað minni
Tað er vanligt at gloyma eina avtalu ella eini boð, og koma í tankar um tað aftur seinni. Tó er ikki vanligt at gloyma, hvar ein er ávegis, ella hvønn ein fyri løtu síðani hevur tosað við.

2. At hava torført við at fremja vanligar uppgávur
Tað er vanligt at gloyma at tendra kaffimaskinuna, tá ein ætlar at gera kaffi. Tað er tó ikki vanligt at seta termokannuna á kókiplátuna á komfýrinum.

3. Avbjóðingar við málburði
Tað er vanligt, at tað av og á kann vera trupult at finna rætta orðið. Tó er tað ikki vanligt at gloyma eitt orð, og í staðin nýta eitt orð, sum onga meining gevur fyri samanhangin.

4. At hava trupult við at halda skil á tíð og stað
Tað er vanligt, at ein av og á ikki minnist hvør dagur tað er, ella at hava trupult við at finna veg í ókendum umhvørvi. Tað er ikki vanligt at misskilja klokkutímar á kvøldi, sum var tað morgun, ella at villast í kendum umhvørvi.

5. Minkandi førleika at meta um
Tað er vanligt, at ein ikki altíð letur seg í eftir veðrinum. Tað er ikki vanligt at lata seg í okkurt, sum er heilt burturvið í mun til árstíðina.

6. Torført við at hugsa úrtøkiliga (abstrakt)
Tað er vanligt at hava torført við at skilja eitt orðatak. Tað er ikki vanligt at skilja eitt orðatak heilt bókstaviliga.

7. At leggja ting, har tey ikki hoyra heima
Tað er vanligt at gloyma, hvar ein hevur lagt brillur ella lyklar. Tað er tó ikki vanligt at leggja brillur ella lyklar í køliskápið.

8. Broyting í lyndi og atburði
Tað er vanligt at gerast í ringum lag ella ráðaleystur, tá lyndið broytist. Tað er tó ikki vanligt, at ein broytist fullkomiliga, og beinanvegin gerst ørkymlaður, illgrunasamur ella óður.

9. Broyttan persónleika
Tað er vanligt, at sjónarmið og fatan broytist við aldrinum, og at umbera seg, um ein er farin um mark. Tað er tó ikki vanligt at siga sína hugsan, púrasta uttan fyrilit fyri kenslunum hjá øðrum.

10. Minkandi virkisandi
Tað er vanligt at hava ein dag, har ein ikki rættiliga fær tikið seg saman til at gera nakað. Tað er ikki vanligt, at vera óvirkin hvønn dag, og hava tørv á eggjan og stuðli fyri at koma í gongd.

EIN HJÁLPANDI HOND“Ein hjálpandi hond” er eitt tekin, sum tú kanst hava uppi á tær, um tú hevur demens. Endamálið við hj...
13/05/2026

EIN HJÁLPANDI HOND
“Ein hjálpandi hond” er eitt tekin, sum tú kanst hava uppi á tær, um tú hevur demens. Endamálið við hjálparmerkinum er, at varpa ljós á tørvin hjá borgarum við demenssjúkum fyri eini hjálpandi hond.

Hendurnar vísa, at øllum menniskjum tørvar eina hjálpandi hond, og serliga borgarar við demensi, sum í mongum førum hava brúk fyri meiri tíð og at víst verður størri tolsemi
og vinsemi.

Um tú sært ein persón við demensmerkinum, so eru 3️⃣ góð ráð, sum eru ein hjálpandi hond fyri okkum øll.

Tá ið tú setur teg í samband við fólk við demensmerkinum, eigur tú at:

💜smílast og nærkast blídliga
💜spyrja ein spurning í senn
💜seta ferðina niður, og gjarna vísa teimum vegin

Í pakkanum eru fýra lutir við merkinum á: nál, lyklaringur, klisturmerki og lyklaband við korti.

Merkið “Ein hjálpandi hond” fæst við at seta teg í samband við til Alzheimerfelagið.

Hoyr samrøðu KVF hevði við umboð fyri nevndina í Alzheimerfelagnum í morgun um, hvussu tú á bestan hátt tosar við fólk, ...
13/05/2026

Hoyr samrøðu KVF hevði við umboð fyri nevndina í Alzheimerfelagnum í morgun um, hvussu tú á bestan hátt tosar við fólk, ið eru rakt av demenssjúku.

Nógv fólk halda seg burturi, heldur enn at byrja eina samrøðu við ein, sum hevur demens, tí tey ikki vita, hvussu tey skulu tosa, siga tey í Alzheimerfelagnum

Adresse

Íslandsvegur 10C
Tórshavn
FO-100

Hvad er åbningstiderne?

18:00 - 20:00

Telefon

+298 788012

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Alzheimerfelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Alzheimerfelagið:

Del