Sæla - Trivnaðarfelag

Sæla - Trivnaðarfelag Endamálið er at styrkja um samanhaldið og virkað fyri trivnaði millum borgarar á Skála og í nærøkinum

25/04/2026

1000 takk til Bjarka, Filip og Onnu Lovisu fyri eina fantastiska konsert í gjár 🤩✨️

HITT á Skála 17. apríl 2027 🧡"Herbjørg H. Jøkladal handaði, vegna grannalagi á Glyvrum, stafettina víðari til Mekhalu O....
22/04/2026

HITT á Skála 17. apríl 2027 🧡

"Herbjørg H. Jøkladal handaði, vegna grannalagi á Glyvrum, stafettina víðari til Mekhalu O. Kollslíð, sum vegna trivnaðarbólkin Sæla á Skála tók ímóti. .."Við eitt sindur av sorgblídni meta vit, at HITT skal sleppa at mennast víðari og fáa møguleikan at fjálga um aðrastaðnis. Tí senda vit HITT sína fyrstu ferð - tvørtur um fjørðin og yvir á Skála.
Har verður tað eitt nýtt grannalag, sum tekur ímóti og bjóðar inn.
Og vit vóna, at HITT í ókomnum døgum sleppur at ferðast frá einari bygd í aðra"

20/04/2026

14. apríl hevði Sæla ársaðalfund 🌳

Forfólkið vísti á farna ár. Framtíðarætlanir vórðu lagdar fram av skrivaranum og er ætlanin, at leisturin hjá Sæla er tann sami, sum hann hevur verið undanfarna ár ☺️

Saman við øðrum feløgum á Skála verður skipað fyri Skálastevnu 3-5. juli 2026 🧡

Sæla hevur yvirtikið 'Hitt á Glyvrum' og í 2027 verður tískil 'Hitt á Skála' fyri fyrstu ferð og tað fegnast vit um. Vit vóna somuleiðis, at fólk taka væl ímóti hesum og vilja vera við at menna hetta 🥳

Roknskapurin bleiv lagdur fram og vísti, at inntøkurnar og raksturin samsvaraðu.

Nevndin fyri komandi ár bleiv eisini sett og er soljóðandi:

Forfólk: Mekhala Kollslíð
Skrivari: Sveinur Ellefsen
Kassameistari: Hansa H. Ellefsen
Nevndarlimur: Marta B. Kallsoy
Nevndarlimur: Simona Paula á Fríðriksmørk

31/03/2026

Týsdagin 14. apríl kl.19.00 verður ársaðalfundurin hjá Sæla lýstur.

Mál til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Nevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.

Ársaðalfundurin hevur fylgjandi fundarskrá:

Fundarstjóri verður valdur

Forðfólk greiður frá farna ári

Roknskapur verður framlagdur

Innkomin mál

Ymiskt

Fundurin verður í bygdarsalinum í høllini á Skála.

25/11/2025
30/10/2025

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld í ovumorgin, við hesum dugnaligu damunum! 🤩🎶

Konsertin byrjar kl 21:00 og er ókeypis! 😍👌

1.Nov. kl. 22:00 verður Pub Quiz aftur! 😎🎉
22/10/2025

1.Nov. kl. 22:00 verður Pub Quiz aftur! 😎🎉

Dyrnar opna kl 20:30Quizzin byrjar kl 21:00Síggjast 27.Sept! 😎🎶
03/09/2025

Dyrnar opna kl 20:30
Quizzin byrjar kl 21:00

Síggjast 27.Sept! 😎🎶

Vit síggjast 23.Aug! 🤩✌️
04/08/2025

Vit síggjast 23.Aug! 🤩✌️

Adresse

Skáli
480

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sæla - Trivnaðarfelag sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del