Skótabólkurin Nykurtsrósa á Sandi

Skótabólkurin Nykurtsrósa á Sandi Vælkomin á almennu Facebook síðuna hjá KFUM og K skótunum á Sandi.

Allir skótar, leiðarar, foreldur og onnur, ið stuðla skótaarbeiðinum, eru vælkomin at dáma síðuna.

Útferð til Nólsoyar - ein partur av 1. hjálparmerkinum er at vitja eitt bjargingarfelag og brandstøð. Vit valdu at gera ...
27/04/2026

Útferð til Nólsoyar - ein partur av 1. hjálparmerkinum er at vitja eitt bjargingarfelag og brandstøð. Vit valdu at gera ein túr burturúr tí og vitjaðu Nólsoyar bjargingarfelag. Mannsterk fóru vit útferðina sunnudagin. Fyri fleiri børn var hetta fyrstu ferð, tey vitjaðu Nólsoy.
Eisini gingu vit út í Korndal og hoyrdu søguna um kongsdóttrina og spældu á sandinum.

Takk fyri ein góðan túr💚

Góðan flaggdag🇫🇴🇫🇴
25/04/2026

Góðan flaggdag🇫🇴🇫🇴

Ein spennandi vitjan á Kommunalu Brennistøðini🤩Mikudagin vóru vit ein túr á brennistøðini, har vit lærdu um at skilja ru...
10/04/2026

Ein spennandi vitjan á Kommunalu Brennistøðini🤩

Mikudagin vóru vit ein túr á brennistøðini, har vit lærdu um at skilja rusk og sóu, hvar r***ið fer. Tað var sera áhugavert at síggja alt sum kemur inn og hvat hendir við tí - elektronikkur, fýrverk, bilar dekk, køliskáp, ja alt millum himmal og jørð!

Ikki minst sloppu vit at stýra stóra grabban og koyra nøkur tons av r***i í ovnin og síðani hyggja inn í ovnin🔥💚

Grækarismessa og føðingardagur🇫🇴Í dag gleðast vit ikki bara um at síggja tjaldrið aftur, men eisini fyllir okkara skótab...
12/03/2026

Grækarismessa og føðingardagur🇫🇴

Í dag gleðast vit ikki bara um at síggja tjaldrið aftur, men eisini fyllir okkara skótabólkur trý ár🥳

Nokkso nógv er hent hesi trý árini, har vit fyrst bert høvdu familjuskótar og nú eisini eitt smáskótalið. Vit gleðast um øll tey børn og vaksin, sum hava verið virkin við okkum. Nógv spennandi verður á skránni í vár eitt nú útferð til Nólsoyar og lega á Selatrað🤩

Góða grækarismessu💚🇫🇴

… í gjár gjørdu familjuskótarnar tjøldur. Mikudagin í næstu viku hittast smáskótar/úlvar aftur (1.-4 flokkur).

04/03/2026

Smáskóta/Úlvafundur í kvøld (børn í 1-4 flokki) 🤗

Vit halda fram við merkinum Djóravinur og endurnýtsla. Vit fara út um veðrið loyvir okkum, so verid væl ílatin.

Minnist til at taka ein beriposa við 🙂

Í Missiónshúsinum á Sandi kl. 17-18.15

Familjuskótar í kvøld💚Vit hava gjørt pappírsbátar og pappírskoppar… og annars spælt og hugna okkum áðrenn vit ótu ein gó...
25/02/2026

Familjuskótar í kvøld💚

Vit hava gjørt pappírsbátar og pappírskoppar… og annars spælt og hugna okkum áðrenn vit ótu ein góðan náttverða saman😊

Familjuskótarnar hittast aftur um tvær vikur, 11. mars kl. 17-18 í Missiónshúsinum á Sandi. Hevur tú eitt barn millum 3-6 ár eru tit vælkomin at luttaka.

Um eina viku, 4. mars, hittast smáskótar (børn í 1.-4. flokki) kl. 17-18.15 í Missiónshúsinum.

Góðan hugsunardag💚Vit takka fyri eina sera góða løtu í kirkjuni, har Gimmi Olsen, prestur, tosaði um næstakærleika og sk...
22/02/2026

Góðan hugsunardag💚

Vit takka fyri eina sera góða løtu í kirkjuni, har Gimmi Olsen, prestur, tosaði um næstakærleika og skótalív. Okkara raska Annika las eisini ein tekst. Tað var deiligt at síggja so nógvar skótar í kirkjuni, eisini luttók Skótafylkið Tórir Beinisson úr Skopun.

Um tit hava hug at vera við eru tit vælkomin, vit halda til í Missiónshúsinum á Sandi.
- Familjuskótar eru børn 3-6 ár við einum vaksnum, ólíka vikur kl. 17-18, næstu ferð er 25/2.
- Smáskótar eru børn í 1.-4. flokki, líka vikur kl. 17-18.15, næstu ferð er 4/3.

Sunnudagin 22/2 kl. 15 fara vit í kirkju! Tá er Hugsunardagur, føðingardagur hjá hjúnunum Baden-Powell, sum stovnaðu skó...
19/02/2026

Sunnudagin 22/2 kl. 15 fara vit í kirkju! Tá er Hugsunardagur, føðingardagur hjá hjúnunum Baden-Powell, sum stovnaðu skótarørsluna🥳💚

Øll eru hjartaliga vælkomin

Familjuskótar í kvøld🌱Vit arbeiða við merkinum “Uppfinnari”, í kvøld hava vit gjørt okkum eitt lítið fínt endurskyn og v...
11/02/2026

Familjuskótar í kvøld🌱
Vit arbeiða við merkinum “Uppfinnari”, í kvøld hava vit gjørt okkum eitt lítið fínt endurskyn og vita um tað riggaði at drekka kakao úr heimagjørdum pappírskoppum… tað gjørdi tað!🤩😋

Ein deilig løta hjá familjuskótunum í kvøld. Fyrst leitaðu vit eftir endurskynum við lummalykt úti í kuldanum🔦 Komin inn...
12/11/2025

Ein deilig løta hjá familjuskótunum í kvøld. Fyrst leitaðu vit eftir endurskynum við lummalykt úti í kuldanum🔦 Komin inn í hitan hoyrdu vit eina f***a søgu undir stjørnuhimmalinum - sum børnini vóru sera hugtikin av💫

Takk fyri í kvøld, vit síggjast um tvær vikur!

Adresse

Sandur
210

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Skótabólkurin Nykurtsrósa á Sandi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del