Tabletop Føroyar

Tabletop Føroyar Vit eru eitt felag, sum virkar fyri borðspæltiltøk og felagsskap kring allar Føroyar.

Vit hava bæði ein Facebook bólk og Discord servara (discord.tabletop.fo) til limir og áhugaði. Til ber at søkja limaskap hjá felagnum við at tekna sær limahald: https://innliman.tabletop.fo/

Spøl, sum felagið eigur, kunnu síggjast her:
https://spol.tabletop.fo

🎉 Nýtt ár og nýggj sesong av Pauper byrjar nú fyri fyrstu hálvu av 2026! 🎉  📅 Fyrsta mánaðarliga kappingin av næstu seso...
01/01/2026

🎉 Nýtt ár og nýggj sesong av Pauper byrjar nú fyri fyrstu hálvu av 2026! 🎉
📅 Fyrsta mánaðarliga kappingin av næstu sesong verður leygardagin kl. 18:00 á Game Night í Hollywood – og hetta er byrjanin upp á enn eina ferð til Grand Prix-finaluna í juni!

📣 Hetta er galdandi fyri allar núverandi og komandi kortsleingjarar 🙌

---

🏆 Hesaferð kunnu 8 kvalifisera seg til grand prix finaluna í juni, og soleiðis sær tað út:

- 🥇🥈🥉 Top 5 í stigatalvuni yvir árið fáa beinleiðis pláss í finaluni.
- 🧠 Meta-Brawler: Tann sum hevur spælt flest ymisk decks yvir árið.
- 💪 Stalwart: Tann mest trúfasti luttakarin í mánaðarligu kappingunum.
-🔥 One Show Wildcard: "Ein sum einans kundi møta til 1 ella 2 kvøld av mánaðarligt pauper, men hevði eitt framúr avrik!"

---

✨ Kom og spæl leygardagin 3. Januar kl. 18:00 í hollywood!

Minst til, deck eru klár at lána til tey ið ikki hava, og tað er ókeypis at luttaka.
🏅 Vinningar til nr. 1, 2 og 3 eru hvønn mánað – so tú hevur alt at vinna og einki at missa!

17/12/2025

Ein gjøgnumgongd hvussu Barónurin verður spældur.

30/11/2025

🏆 Grand Prix Finala í Pauper – 6. desember

Nú jólini nærkast, nærkast eisini grandprix finala í pauper fyri seinna hálvár! 🎉 Tann stóra finalan í Pauper verður spæld 6. desember til Game Night í Hollywood, har krúnast skal Grand Prix meistari! Seks av teimum sterkastu og mest ídnu spælarunum hittast til eitt brak av einari finalu, har heiðurin og flottir vinningar standa á spæl.

Víst verður á stórskýggja og giveaways verður eisini givið til áskoðarar í lutakastið! 😃🥳

Finalistarnir eru:

- 🐷 Svínacup vinnari til stóra tiltakið í Vágið í August – Dávur Emil Gaardlykke
- 🥇 Nr. 1 í stigum og kanska favorittur til brakið – Bjørn Emilsson Thomsen
- 🥈 Nr. 2 í stigum við sera aggressivum avrikið⚡️– John Eli Kristmundson
- 🥉 Nr. 3 í stigum og sterkur í avbjóðing – Kristjan Andreassen
- 🥊 Meta Brawler við mest variatión í deckum – Ingolf Klein Olsen
- 🛡️ Stalwart við trúfastari uppmøting– Leif Max

🏅 Vinningar:

- 1. pláss:
🧳 Ein flott kort mappa og ein custom playmat, sum vísir vinnaran av Pauper Grand Prix seinna hálvár 2025 - ein heilt serligur minnisvarði um sigurin! 🏆

- 2. pláss:
🧳 Ein flott kort mappa, perfekt til at bera eina rúgvu av kort við sær, in style! 😎

📍 Stað: Í Hollywood Game Night
🕕 Tíð: Leygardagin 6. desember, kl. 18:00

Kom og hygg eftir spennandi finalu víst á skýggja, har tað samstundis verður góður hugni við brettspølum í deiligu vetrartíð, samt giveaways til áhyggjarar. 🎲❄️☃️☕️

Tit hava møguleikan at spæla Stone Age á okkara Borðspælskvøldum🎲 men tit kunnu eisini fáa tykkum ein brúkara á "Board G...
30/11/2025

Tit hava møguleikan at spæla Stone Age á okkara Borðspælskvøldum🎲 men tit kunnu eisini fáa tykkum ein brúkara á "Board Game Arena" og spæla spælið ókeypis á har🧑‍🧒‍🧒

Play Stone Age online from your browser with the whole world!

Á næsta Borðspælskvøldi í Hollywood (29-11) seta vit hol á jólini 2025!Øll ið møta hava møguleikan at vinna hendan glæsi...
27/11/2025

Á næsta Borðspælskvøldi í Hollywood (29-11) seta vit hol á jólini 2025!
Øll ið møta hava møguleikan at vinna hendan glæsiliga jólkalendaran við 24 spennandi Rýmingarrúmgátum.🚪🕵️
https://www.facebook.com/share/17cb2YV4fq/

Vit síggjast

Á Tekniska skúla í Klaksvík🏫 menna💡 og tilevna✂️ tey lesandi nýggj føroysk borðspøl🗃. saman Við GameJam Føroya og Tablet...
14/11/2025

Á Tekniska skúla í Klaksvík🏫 menna💡 og tilevna✂️ tey lesandi nýggj føroysk borðspøl🗃. saman Við GameJam Føroya og Tabletop Føroyum við øðrum, hava øll møguleikan at vera við at gera spøl á árligu Game jam vikuskiftunum vit skipa fyri. 🎲♟️♣️🎮🍕🖌

Her kunnu tit lesa um heimin í tí 40 áratúsinum🌌  Sami heimur, ið mong í Føroyum fáast við at ogna sær moddellir💶, seta ...
04/11/2025

Her kunnu tit lesa um heimin í tí 40 áratúsinum🌌 Sami heimur, ið mong í Føroyum fáast við at ogna sær moddellir💶, seta tær saman🤺 og mála🖌 Gera modellir búnar til víggj⚔️
og sum herførarar føra tær í kríggj💥

So eru tær endiliga her! 🙌🤩
Nógv eftirspurdu bøkurnar hjá Warhammer 40,000 ⚔️🧌🛡️

Pokemondays eru aftur!🐦‍🔥Hvønn mánadag í novembur ber til at læra 💡og spæla🎴 pokemon á BBS📚frá 16.30-19.30🕝Fylg við tilt...
03/11/2025

Pokemondays eru aftur!🐦‍🔥
Hvønn mánadag í novembur ber til at læra 💡og spæla🎴 pokemon á BBS📚
frá 16.30-19.30🕝
Fylg við tiltakinum á Facebook, Whatson ella Tímanum.
https://www.facebook.com/share/17m9VSkKxR/

22. oktober funnu 5 av limum okkara vegin til Essen í týsklandi í sambandi við heimsins størstu brettspælsmessu: SpielEs...
31/10/2025

22. oktober funnu 5 av limum okkara vegin til Essen í týsklandi í sambandi við heimsins størstu brettspælsmessu: SpielEssen.

(Sambært fyriskiparanum av messuni, luttóku heili 220.000 gestir tilsamans!)

Ferðin vardi 5 dagar til og við 26. oktober, og Jákup frá ferðalagnum sigur soleiðis frá upplivingini:

Tiltakið var risastórt, og longu tá vit settu fót innum dyrnar á messubygninginum, gekk upp fyri okkum, at tað ikki fór at vera gjørligt at náa at síggja alt - tó fekst nógv burturúr og hugnaðu vit okkum stak nógv.

Á messuni vóru alskyns nøvn innan brettspælsídnaðin, bæði stór sum smá - Vit hittu m.a. listafólk handan Magic the Gathering-kortum og skaparum av ymsum brett- og rolluspølum. Nógv var gjørt burturúr hjá ymsu spælmakarunum, og eisini var møguleiki at royna mong av teimum nýggju spølunum - harímillum tey spildrnýggju spølini, ið vóru givin út á tiltakinum. Hvønn dag var nógv at síggja, og endaðu vit altíð við hendum og posum fullir av spølum.

Fyrsti dagurin var heilt vist tann mest minnisverdi; so at siga allur dagurin var lagdur av til messuna, og vóru vit eisini stødd har til tað lat aftur. Nógv onnur høvdu havt sama hugskot sum vit, og tá tað var tíð at finna vegin aftur til parkeringsplássi, har bilurin hjá okkum stóð, mundi vit mist hvønn annan burtur í hópinum av vitjandi. Tað regnaði nakað illa tann dagin, og fjøldin til bussarnar, ið koyrdu til Parkeringøkið, var so mikið tøtt, at vit vóru sum sild í dós. Fólk fluttu seg sum streymur í á, og hvørja ferð ein bussur kom, var man togaður við streyminum. Tá tað at enda var okkara túrur at sleppa umborð, gekk skjótt upp fyri okkum at ikki øll av okkum sloppu við, men tá var longu ov seint; Mannamúgvan skolaði helvtina av okkum inn í bussin, meðan restin stóðu hjálparleys eftir í regninum. Tann, ið hevði billyklarnar var ein teirra, og sum í einum filmi, róptu vit eftir at fáa billyklarnar kastaðar til okkum, men tá var farið. Endin var at helvtin av okkum stóðu eftir uttanfyri messuna, og hin í einum busskýli í illveðrinum og bíðaðu. Eitt kalt fornøjelse, men alt tað sama ein partur av upplivingini, sum vit heilt vist fara at minnast!

Í samband við hendan túrin, hava vit ogna okkum hópin av nýggjum borðspølum, sum eru at finna í hølunum hjá Hollywood. Hesi spøl (og mong onnur) kunnu roynast komandi leygardag til Game Night í Hollywood,

Borðspøl er nærvera🤲
27/10/2025

Borðspøl er nærvera🤲

Nærveruvika - eingin skíggi
Hesa vikuna verður nærveruvika, har skúlin fer at leggja eyka stóran dent á at koma saman uttan ein skíggja. Vanligt er, at næmingarnir lata sína telefon inn, so dagurin verður ikki so nógv øðrvísi. Munurin er tó, at telefonin ikki kemur við í skúla, og at næmingarnir á tann á hátt kunnu koma saman eftir skúlatíð, eisini uttan ein skíggja. Vit vóna, at øll vilja stuðla upp undir hesum tiltaki við at lata telefonina liggja eftir heima.

Læring og borðspøl ganga hond í hond.🚦🚗🚲🎲
02/10/2025

Læring og borðspøl ganga hond í hond.🚦🚗🚲🎲

Nú er ferðsluspælið her! 🎲😍

Eitt gott borðspæl við familju ella vinum er altíð hugnaligt og hetta ferðsluspælið er eitt gott høvi at læra børnini um ferðsluna. 🚲🚗🚶

Onkur kennir kanska spælið aftur, tí í 80-árunum varð tað latið børnum, sum vóru limir í “Ferðsluringi barnanna”. Vit hava bara dagfest snið og tekst. Finnið terning og spælibrikkar og vita hvør kemur fyrst (trygt) á spæliplássið – meðan tit læra um ferðslutrygd. Prátið um skeltini, og hvønn týdning tey hava, meðan tit spæla. Og minst til: Ver altíð ein góð fyrimynd í ferðsluni.

Yngstu skúlabørnini í Føroyum fáa øll hvør sítt ferðsluspæl og ein endurskinsvest í gávu frá okkum.
Betri trygging stuðlar tiltakinum og Verkstaðið Vón pakkar og sendir tilfarið til skúlarnar.

Eisini bjóða vit øllum dagstovnum í Føroyum at fáa ferðsluspælið. Sig tíni kommunu frá, um tú heldur, at tykkara stovnur átti at fingið eitt ferðsluspæl. Kanska eru spølini longu á veg 😊

Føroysk (borð)Spælmenning🤩
18/09/2025

Føroysk (borð)Spælmenning🤩

Adresse

Niels Finsens Gøta 7, Boks 358
Havn
FO-110

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tabletop Føroyar sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Tabletop Føroyar:

Del